* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Opin skrubbari.

Svensk gransking: Opnir skrubbarar dálka illa

Nýggj gransking hjá svensku umhvørvisstovuni vísir, at reinsivatnið frá opnum skrubbarum dálkar verri enn hildið. Royndirnar vísa, at óviðgjørt reinsivatn frá opnum skrubbarum “dálkar so illa” at tað skaðar vistskipanina í havinum. Granskararnir óttast langtíðar avleiðingarnar.

 

“Tá ið opnir skrubbarar vaska reinsivatnið út í havið, flytir tað bara dálkingina úr luftini niður á sjógvin til skaða fyri vistskipanina í havinum.”

 

Tað er niðurstøðan í kanning, sum svenska umhvørvisstovan hevur gjørt, og sum ES hevur fíggjað. Kanningin er júst almannakunngjørd.

 

Í shippingvinnuni hava opnu skrubbararnir verið kjakevni, síðan nýggju svávulreglurnar vórðu samtyktar. Reglurnar merkja, at tað verður ólógligt at nýta brennievni við svávulinnihaldi omanfyri 0,5 prosent – uttan so, at ein skrubbari er settur í skipið at reinsa roykin.

 

Tað eru tvey sløg av skrubbarum: opnir og afturlatnir. Tað eru serliga opnu skrubbararnir, kjakið hevur verið um. Tað stendst av, at opnu skrubbararnir leiða reinsivatnið á sjógv. Tað hevur fingið fleiri havnir at banna teimum.

 

Og nú vísa svenskar kanningar, at grund er at vera á varðhaldi, tá tað snýr seg um opnar skrubbarar.

 

Kelda: ShippingWatch