* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Virksemið hjá Svitzer í Føroyum verður rikið úr Svøríki, og tí skal reiðaríið rinda svenskan skatt, siga svensku skattamyndugleikarnir. Svitzer váttar og upplýsir, at reiðaríið tosar um málið við myndugleikarnar.

Svenska Skatteverket hevur kannað skattaviðurskiftini hjá Svitzer seinastu árini, og er komið til ta niðurstøðu, at felagið skal rinda skatt í Svøríki fyri sleipibátarnar, ið sigla undir føroyskum flaggi. Tað skrivar svenska sjofolk.se.

Svensku skattamyndugleikarnir halda, at føroyska felagið hjá Svitzer við sleipibátum undir føroyskum flaggi verður rikið úr Gøteborg í Svøríki.

Avgerðin merkir, at Svitzer skal rinda svenskan skatt fyri inntøkuárið 2011-2012.

"Sjóferðsla er ofta býtt upp í ymisk feløg, og tað kann vera trupult at fáa greiði á, hvør ið ger hvat. Meginreglan fyri skatting er, hvaðani kjarnuvirksemið verður rikið. Í hesum førinum er niðurstøða okkara, at tað í høvuðsheitum verður gjørt úr Göteborg," sigur Johan Lundberg, økissamskipari hjá Skatteverket, sambært sjofolk.se.

Svitzer váttar fyri ShippingWatch, at reiðaríið tosar um málið ið svensku skattamyndugleikarnar, og at felagið av somu orsøk ikki hevur aðrar viðmerkingar til málið í løtuni.

Kelda: shippingwatch.dk