* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Svenski handilsflotin veksur - trý reiðarí flagga inn

Trý reiðarí hava boðað frá, at tey fara at skráseta fleiri skip í svensku flaggskránni. Hetta hendir, eftir at svenski handilsflotin er nógv tódnaður seinastu árini.

Eftir at vera tódnaður nógv í mong ár, sær svenski handilsflotin aftur út til at vaksa í talinum á skipum.

Sambært Dagens Industri hava trý reiðarí, hvørs nøvn ikki verða nevnd, boðað frá, at tey fara at flagga tilsamans átta skip undir svensku flaggsránna.

Frá 2001 til 2017 er svenski handilsflotin annars minkaður munandi úr 254 til 89 skip. Men nýggju reglurnar fyri tonnasjuskatti, sum vórðu settar í verk í Svøríki 1. januar, síggja við tíðindunum frá teimum trimum reiðaríunum út til at venda gongdini, skrivar Dagens Industri.

"Signalið í dag við øktari innflagging er sera týdningarmikið fyri alla vinnuna. Hetta fer at skapa fleiri arbeiðspláss í Svøríki, bæði beinleiðis í sjóferðsluni, men eisini í tilknýti til alla maritimu vinnuna. Hetta er ein vinna, ið skal mennast. Her finnast stórir menningarmøguleikar ikki minst í sambandi við veðurlagsbroytingarnar, sum vit standa yvir fyri," sigur svenski ráðharrin, sum umsitur undirstøðukervið, Tomas Eneroth, sambært Dagens Industri. Hann leggur aftrat, at svenska stjórnin er á veg við fleiri stimbrandi tiltøkum fyri sjóferðsluna.

Fleiri av innflaggaðu skipunum verða sambært svenska miðlinum LNG-nýbygningar.

Kelda: shippingwatch.dk