* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Møguleikarnir at kanna menningina av svenskum skipum er betraður munandi, eftir at svenskir havfornfrøðingar hava funnið systurskipið hjá væl kenda skipinum Vasa út fyri Stokkholm.

 

Svenska skipið ‘Súreplið’, sum var systurskip hjá herskipinum ‘Vasa’, er funnið í havinum við Vaxholm eystan fyri høvuðsstaðin Stokkholm.

 

Tað frættist í einum tíðindaskrivi frá savninum Vrak, skrivar svenska tíðindastovan TT.

 

Skipið varð funnið í desember 2021, men tað er ikki almanna-kunngjørt fyrr enn nú. Tað vóru havfornfrøðingar og fólk hjá svenska flotanum, sum funnu tað.

 

Tá kavararnir funnu skipið, var ógreitt, um talan var um ‘Súreplið’, altso systurskipið hjá Vasa. Síðurnar eru partví burtur, men upp til niðasta kanóndekkið er skipið heilt. Tey síggja eisini, at skipið hevur ikki bara eitt, men tvey kanóndekk.

 

Kanningar í 2022 hava víst “tekniskar” upplýsingar, sum bara hava verið sæð á Vasa. Tað sæst millum annað, at eikin, sum er brúkt at smíða hetta skipið við, kemur úr sama stað, sum ‘Vasa’.

 

“Súreplið er eitt av søguligu herskipunum hjá Svøríki. Tað stóð liðugt í 1629, og varð smíðað á sama stað sum ‘Vasa’ árið fyri.

 

Kelda: /ritzau/ og Maritimedanmark