* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Svøríki á veg við bótum til svávulsyndarar

Svenska stjórnin fer um tvær vikur at leggja fram lógaruppskot, ið ásetir bøtur fyri brot á reglurnar fyri svávulútlát. Reglurnar hava verið í gildi í trý ár, men higartil hava sviar onki gjørt fyri at taka skip, ið lata út meiri svávul enn loyvt.

Kappingin er avlagað, og alt ov mong skip bróta reglurnar. Tað loysir seg at snýta við bíligum og vánaligum brennievni. Hetta er eisini ein stórur umhvørvisspurningur, segði Johan Hultberg úr Moderata flokkinum undir orðaskiftinum í Ríkisdegnum.

Karolina Skog umhvørvismálaráðharri viðgekk, at hetta er ein stórur trupulleiki, men segði, at praktiskir trupulleikar eru við at fanga svávulsyndararnar, tí teir ofta bert eru stutta tíð í svenskum farvøtnum og harumframt ofta hava ymisk brennievni umborð, sum ger eftirlitið trupult. Hetta er eisini orsøkin til, at ongar fráboðanir fyribils hava elvt til ákærur, segði hon.

“Hetta ber ikki til. Tí ætlar stjórnin at mæla til at seta revsitiltøk í gildi fyri brot á reglurnar um svávulútlát. Reglurnar fara at bera í sær, at bøtur skulu rindast - eisini um talan skuldi verið um gáloysni,” segði hon sambært Sjöfartstidningen.

Kelda: Sjöfartstidningen