* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Soleiðis fer nýggja svenska havrannsóknarskipið at taka seg út.

Svøríki fær nýtt havrannsóknarskip

Í 2011 noyddust sviar at gevast við at brúka táverandi havrannsóknarskipið Argos, eftir at asbest var funnið umborð, og nústaðni er eitt nýtt havrannsóknarskip bílagt á eini spanskari skipasmiðju.

Nýggja skipið verður 69 metrar langt og skal brúkast til øll sløg av havrannsóknum og umhvørviskaningum.
Skipið skal gera kanningar íKattegat, Skagerrak, Eystursjónum og Norðsjónum.

Farið verður undir at byggja skipið í ár, og tað skal eftir ætlanini latast svensku myndugleikunum á vári 2019.

Manningin fer at telja 8-15 mans alt eftir hvagar leiðin gongur. 28 einstaklingakømur vera umborð, og skipið verður útgjørt við elektroniskari útgerð til kanningar bæði innan fiskiskap og havvísindaligar rannsóknir.

Svøríki hevur onki skip havt til slíkar rannsóknir, síðani táverandi havrannsóknarskipið, Argos, varð lagt vegna umhvørvis trupulleikar umborð.

Kelda: fiskeritidende.dk