* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Systurskip hjá Stellar Daisy hava eisini havt trupulleikar

Tvey umbygd tangaskip av sama slagi sum skipið Stellar Daisy, ið sakk í suður Atlantshavinum í apríl við 22 monnum umborð, eru seinastu vikurnar hildin aftur og kannað, eftir at rivur eru funnar í skrokkunum á skipunum. 

Tey bæði skipini eru sokallaði VLOC'arar ella very large ore carriers – umbygd VLCC-tangaskip, ið sigla við jarnmálmi fyri brasilska námsrisan Vale.

Skipið Stellar Queen varð fyrst í mai sambært Bloomberg hildið aftur í nærum tríggjar vikur har norðuri í Brasilia, eftir at skiparin fann rivur á høvuðsdekkinum. Skipið varð umvælt og fór síðani víðari 26. mai, upplýsa havnarmyndugleikarnir sambært tíðindastovuni.

Eitt annað skip, Stellar Unicorn, av sama slagi og eisini fermt við jarnmálmi, varð noytt at fremja umvælingar í apríl, orsakað av líknandi rivum útvortis í skrokkinum á einum tanga.

Øll trý turrfarmaskipini eru meira enn 20 ára gomul. Suðurkoreanska felgaið Polaris Shipping eigur og rekur skipini.

Løgreglan í Suðurkorea gjørdi í síðstu viku húsarannsókn hjá Polaris Shipping sum lið í kanningini av Stellar Daisy-vanlukkuni. Húsarannsóknin fór fram á skrivstovunum hjá reiðarínum í havnarbýnum Busan umframt í Seoul.

Sambært tveimum filippinskum sjómonnum, ið fyribils eru teir einastu, ið komu frá vanlukkuni við lívinum, komu fleiri rivur í skrokkin á turrfarmaskipinum, og hetta fekk eftir øllum at døma lastina at skjóta seg, so skipið koppaði og sakk. 

Kelda: shippingwatch.dk