* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nordana Sophie við slagsíðu út fyri vjetnamesisku strondini.

Tailendskt farmaskip liggur við stórari slagsíðu

Tailendska farmaskipið, Nordana Sophie, liggur í løtuni við stórari slagsíðu út fyri vjetnamesisku strondini. Sjógvur fyllist spakuliga inni í maskinrúminum, og manningin uppá 18 er bjargað yvir á trý onnur skip.

 

“Manningin er nú komin í land og hevur tað gott, upplýsa myndugleikarnir í Ha Tinh Port.

 

Skipið varð í Tonkin-víkini, tá sjógvur byrjaði at leka inn í maskinrúmið. Nordana Sophie fekk skjótt slagsíðu, og avgjørt varð at rýma av skipinum.

 

Roknað verður nú við, at skipið fer at søkka, og vjetnamesisku sjóvinnumyndugleikarnir heita á skipaferðsluna at halda seg langt burtur frá søkkandi skipinum.

 

Hóast navnið á sipunum ljóðar norðurlendskt, serliga danskt, so hevur skipið onki við Norðurlond at gera.

 

Kelda: Maritimebulletin / Maritimedanmark