
Taiwan heldur allar sína havnir upplatnar, men ávarar samstundis altjóða skipaferðsluna um at halda stóra fjarstøðu til tey seks havøkini kring Taiwan. Har fara kinverjarl nevniliga fram til sunnudagin at hava herflotavenjingar, og tey fara at skjóta við skørpum.
Gott og væl 300 altjóða farmaskip eru í løtuni stødd tætt við taiwanskt havøki.
Eitt av havøkjunum, har Kina fremur herflotavenjingar, er bara 12 fjórðingar frá havnini í Haohsiung, sum er størsta bingjuhavnin í Taiwan.
Spenningarnir millum Kina og Taiwan eru vorðnir ógvusligari, eftir at forkvinnan í Amerikanska Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosy, fyrr í viuni vitjaði Taiwan. Kina fatar Taiwan sum ein kinverskan landslut, og tulkar vitjanina hjá Pelosi sum eina beinleiðis viðurkenning av Taiwan sum sjálvstøðugt land.
Partabrævavirðini á taiwanska partabrævamarknaðinum eru fallin nógv, ikki minst shipping partabrøvini, sum avleiðing av kinversku herflotavenjingunum.
Kelda: Maritime danmark