* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Talgildingin sníkir seg inn í shippingvinnuna

Sum ein av seinastu vinnunum byrja shippingvinnan og bingjureiðaríini við talgilding í arbeiðinum. Nýtslan av “kunstigum intelligensi” sum mannleys skip liggur kortini nakað langt frammi í tíðini.

 

Sum heimsins størsta bingjureiðarí verður vanliga hugt væl eftir, hvørjar avgerðir Maersk Line tekur og hvørjar ætlanir felagið hevur. Tað var til dømis Maersk Line, ið byrjaði við risaskipunum sum triple-E røðini, ið ikki leingi vóru heimsins størstu skip, tí kappingarneytarnir apaðu sær eftir teimum, og fóru eisini undir at smíða velduga stór skip.

 

Somuleiðis er tað við talgildingini, sum nú byrjar at síggjast í shippingídnaðinum og serliga hjá bingjureiðaríunum, sum mangan eru fremst í tøkniligu menningini í skipaferðsluni.

 

Uttanfyri shippingheimin kunnu fólk spyrja, um bingjuídnaðurin, altso reiðarír og havnafarstøðir kring um í heiminum framvegis nýta analoga útgerð. Svarið er bæði-og. Tí ein stórur partur av tí samskifti, sum í dag er millum reiðaríir og viðskiftafólkini, er ógvuliga “old school”, analogt ella umvegis telefon.

 

Tá tað kemur til veruligan “kunstigan intelligens”, har hugsað verður um manntóm handilsskip, sum t.d. sigla uttan stýrimann, skulu vit ivaleyst nakað langt fram í framtíðina, serliga um vit tosa um havgangandi skip.

 

Aftur her er tað Maersk Line, sum hálar í talgildingina innan stóran part av heimsins kanska størsta ídnaði, bingjuídnaðinum. Nú skal talgildingin endiliga takast í brúk av álvara.

 

Kelda: Shippingwatch