
Talið á risastórum skipum veksur skjótt
Skjóti vøksturin í talinum á risastórum bingjuskipum og víðkaða Panama-veitin hava fingið heimsins flota av bingjuskipum at vaksa við 29 pst. eftir bert einum ári sambært eini greining frá Clarkson Reasearch. Flotin av bingjuskipum upp á meira enn 15.000 TEU er vaksin skjótast seinastu árini og fevndi í mai í ár um 76 skip við einum samlaðum kapasiteti upp á 1,4 mió TEU. Risastóru skipini á rutuni hava sent fleiri smærri, men framvegis lutfalsliga stór bingjuskip, yvir á aðrar rutur. |