* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tall Ships Races í Aalborg skal seta nýggj met

Aalborg setur øll segl, tá býurin um hálvtannað ár verður vertur fyri Tall Ships Races 2015.

Fyrireikararnir bæði vóna og miða eftir, at 2015-útgávan av heimsgitnu kappsiglingini fer at seta fleiri nýggj met. Millum 90 og 100 stór seglskip úr øllum heiminum leggja at bryggju í Aalborg. Og so verður roknað við ikki færri enn 750.000 vitjandi á havnarlagnum.

Fýra dagar langa fólkaveitslan verður hildin frá 1. til 4. august.

Í gjár varð avdúkað á tíðindafundi, at Spar Nord Fonden enn eina ferð verður høvuðsstuðul. Fíggjarligi stuðulin er upp á 800.000 krónur. Aalborg var eisini vertsbýur fyri Tall Ships Races í 1999, 2004 og 2010 - hvørja ferð við Spar Nord Fonden sum høvuðsstuðuli.

Fyrireikari er Aalborg Kommuna við Aalborg Events sum praktiskum samskipara.

Thomas Kastrup-Larsen borgarstjóri legði á tíðindafundinum í gjár dent á, at tiltakið hevur ómetaliga stóran týdning fyri Aalborg á øllum økjum, og vísti í hesum sambandi serliga á brandingar-virðið.

Aarhus var vertsbýur í juli 2013, og í ár leggur Esbjerg kaiøki til, tá riðilin av skipum kemur hagar 2. august úr Bergen.

Kelda: Nordjyske.dk