* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tangabáturin sleit í tropisku ódnini í Japan týsdagin.

Tangabátur breyt fyri sær, tá hann rakti eina brúgv í Japan

Tangabáturin, Houn Maru, sleit í tropisku ódnini týsdagin, og rak inn á eina brúgv nærindis altjóða flogvøllin, Kansai International Airport.

 

Tangabáturin lá fyri akkeri í Osaka Víkini, men ógvusligar hvirlur gjørdu, at skipið sleit, og bæði skip og brúgv fingu stóran skaða.

 

Eitt sjónband vísir skipið, eftir at tað er rikið á brúnna.

 

Manningin, sum taldi ellivu fólk, hevur tað sum skilst gott.

 

Houn Maru er 2.591 bruttotons stórt, og siglir undir japonskum flaggi.

 

Fjølmiðlar vita at siga, at Kansai-flogvøllurin er stongdur orsakað at brúgvaskaða og flóð.

 

Í minsta lagi tvey fólk doyðu í tropisku ódnini í Japan týsdagin.

 

Kelda: gCaptain


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=kH9o1CSs5Rk]
Sjónbandaupptøkur frá Houn Maru eftir at tangabáturin sleit í ódnarveðri og rak inn á eina brúgv.