* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kanadiski tangabáturin, Jana Desgagnes, hevur ligið fastur í ísinum við Nýfundland í nakrar dagar.

Tangabátur fastur í ísinum við Nýfundland

Ein kanadiskur tangabátur bíðar eftir at verða sleipaður í havn, har hann skal umvælast, eftir at at gjørtdist fastur í ísinum og oyðilegði rórið.

 

Ein minni kanadiskur ísbrótari megnaði mestsum at rista tangabátin leysan, og nú verður bíðað eftir einum størri ísbrótara, sum skal sleipa tangabátin til lands.

 

Manningin á tangabátinum, Jana Desgagnes, hevur tað øll gott. 17 fólk eru umborð á Janu Desgagnes.

 

CCGS Captain Molly Kool er í løtuni tætt við neyðstadda tangabátin og bíðar eftir, at størri ísbrótarin, CCGS S. St-Laurent, kemur á knattstøðuna at halda fram at sleipa tangabátin.


Kelda: Maritime Danmark