* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Pelican fer nú at royndarsigla við serligum rotorseglum.

Tangabátur hjá Mærsk hevur fingið segl

Tvey 30 metrar høg rotorsegl verða royndarkoyrd umborð á LR2-tangabátinum, Maersk Pelican. Gongur eftir ætlan, fara seglini at minka um brenninýtsluna og harvið eisini um útlátið millum 7 og 10 prosent.

 

Rotorseglini eru tveir sylindarar, sum snara fyri at elva til trýstmun, nakað, sum nevnt verður Magnus-árinið, og sum gevur skipinum framdrátt.

 

Fyrstu skipini í heiminum vórðu útgjørd við rotorseglum í 1920-unum, men tøknin sló ongantíð veruliga ígjøgnum.

 

Tað er finska felagið, Norsepower, sum hevur gjørt rotorseglini til Maersk Pelican, og royndin verður gjørd í einum samstarvi millum Maersk Tankers, Norsepower, ETI og Shell.

 

Talan er um heimsins størstu segl. Tey eru 30 metrar høg og 5 metrar í tvørmát. Tey vórðu sett umborð á skipið, meðan tað lá í havnini í Rotterdam í Hollandi.

 

Maersk Pelican fer fyrsta dagin á fyrsta túrin við nýggju tøknini umborð.

 

Við rotorseglunum umborð á Mearsk Pelikan royndarsigla nú trý skip við rotorseglum frá Norsepower.

 

Kelda: Maritime Danmark