* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein av tangabátunum hjá Stena Bulk, Sonangol Cazenga, liggur stillur í Meksikanska flógvanum, fangaður av revsitiltøkunum, sum USA hevur sett í verk ímóti Venesuela.

Tangabátur hjá Stena Bulk fangaður av revsitiltøkum hjá USA

Revsitiltøk, sum USA hevur sett í verk ímóti Venesuela, hava ført til, at fleiri tangabátar við ráolju frá Venesuela liggja stillir í Meksikanska flógvanum.

 

Sambært Lloyd er ein av tangabátunum hjá Stena Bulk, Sonangol Cazenga, millum skipini, sum eru komin í amerikansku felluna. Sonangol Cazenga, sum er smíðað í 2017, var í ferð við at skipa inn við Puerto Jose-terminalin í Venesuela 20. januar og setti síðani kós móti USA.

 

Sonangol Cazenga sigldi við vanligari ferð, til tangabáturin steðgaði miðskeiðis í Meksikanska flógvanum 31. januar. Har hevur hann ligið síðani.

 

Til revsitiltøkini vórðu sett í verk fyri kortum, innflutti USA umleið 500.000 tunnur av ráolju úr Venesuela um dagin.

 

Blaðið Søfart skrivar, at møguleikin fyri at eyka kostnaðir verða settir á olju frá venesuelska oljufelagnum, PDVSA, er stórur, tí bæði USA og Venesuela noyðast at finna aðrar samstarvsfelagar.

 

Kelda: Søfart