* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tangaskip hjá Bahri álopið í Jemen

Saudiarabiska reiðaravirkið, Bahri, váttar nú, at eitt av teirra skipum, oljutangaskipið, Abqaiq, var álopið í altjóða sjógvi í ein útsynning úr havnarbýnum Hodeidah í Jemen hin 3. apríl.

 

- VLCC-skipið (very large crude carrier) fekk bert smávegis skaðar, og ongin av manningini fekk mein. Farmurin varð heldur ikki ávirkaður av álopinum. Skipið kundi tískil halda fram leið sína gjøgnum Reyðahavið, boðar Bahri frá í einum tíðindaskrivi.

 

Saudiarabiski orkuráðharrin, Khalid al-Falih, sigur á Twitter, at yvirgangsatsóknin á oljutangaskipið ongar fíggjarligar avleiðingar hevur á oljuvirksemið í landinum.

 

Kelda: MarineLinke og Reuters