* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
El Hiblo 1 liggur her við bryggju á Malta. Fleiri bussar vóru eftir flóttafólkunum.

Tannáringar ákærdir fyri at ræna tangabát

Tríggir tannáringar, sum vóru millum hundrað flóttafólk, ið tangabáturin, El Hiblu 1, tók upp í Miðjarðarhavinum, eru nú ákærdir fyri at ræna tangbátin.

 

Tað er rætturin á Malta, ið hevur ákært teir tríggjar tannáringarnar, sum eru í aldrinum 15, 16 og 19 ára gamlir.

 

Tað var mikudagin í farnu viku, at El Hiblu 1 tók tey umleið 100 flóttafólkini upp í Miðjarðarhavinum. Og tað var eftir hetta, at nøkur av flóttafólkunum, teirra millum teir tríggir tannáringarnir, tóku ræðið av skiparanum, tá hesin setti kós móti Libya. Teir kravdu, at skiparin skuldi seta kós ímóti einum evropiskum landi í staðin.

 

Maltesiski herurin tók samband við skiparan á tangabátinum, tá skipið var statt einar 30 fjórðingar úr Malta, og skiparin endurtók fleiri ferðir, at hann hevði mist ræðið á skipinum, og nøkur av flóttafólkunum hóttu seg og manningina.

 

Libyski skiparin, Nader el-Hiblu, segði í rættinum:

 

“Teir lupu brádliga á brúnna, bankaðu harðliga á hurðar og kúgveygu og hóttu við at bróta skipið sundur. Teir róptu og ýldu, at vit skuldu venda við,” segði skiparin í rættinum.

 

Teir tríggir tannáringarnar nokta seg sekar í ákærunum.

 

Kelda: Maritime Executive