* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum, sum framvegis leitar í økinum, har Bourbon Rhode sakk, er akkersskipið, ALP Striker.

Teir bjargaðu av Bourbon Rhode komnir til Fraklands

Teir tríggir sjómenninir av Bourbon Rhode, sum vórðu bjargaðir upp úr einum bjargingarbáti, eru nú komnir til Fraklands. Tað hendir, meðan skip og flogfør framvegis leita eftir teimum, sum ikki eru komin afturíaftur.

 

Bjargaðu sjómenninir komu í land av fronsku fregattini, Ventose at Fort de France. Umboð fyri reiðaríið og myndugleikarnar tóku ímóti teimum. Allir tríggir hava tað gott, og eru nú saman við familjum sínum.

 

Líkini av fýra monnum, sum vórðu funnin aftaná skipsvanlukkuna, komu eisini í land við fronsku fregattini.

 

Eitt av skipunum, sum framvegis leitar í økinum, har Bourbon Rhode sakk, er akkersskipið, ALP Striker.

 

Flotin hjá Bourbon er ein hin størsti og mest nútímans í heiminum, tá tað snýr seg um frálandavinnuna. Reiðaríið eigur 483 skip.

 

Kelda: gCaptain