* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt teldusníkaálop rakti fyrr í vikuni kinverska bingjureiðaríið, Cosco.

Teldusníkaálop breiðir seg hjá Cosco

Eitt teldusníkaálop, sum varð gjørt á skrivstovurnar hjá Cosco Shipping í USA fyrr í vikuni, hevur breitt seg til annað arbeiði hjá kinverska bingjureiðarínum.

Skrivstovurnar hjá Cosco Shipping í Kanada, Panama og Brasilia eru nú eisini raktar av teldusníkaálopinum.

Álopið rakti í fyrsta lagi innanhýsis telduskipanina hjá felagnum og telefonskipanin riggaði heldur ikki, sum hon skuldi. Tá varð avgjørt at slíta sambandið við skrivstovur hjá felagnum í øðrum londum.

Teldusníkaálopið 24. juli var av tí slagnum, tey rópa “ransomware-álop”. Hetta er ein “bólkur” undir malware ella virus. Ransomwareálop byrja ofta við, at offrið av óvart tekur malware niður umvegis eina leinkju í einum telduposti.

Kinverska reiðaríið sigur, at skip teirra ikki eru ávirkað av álopinum, og týdningarmestu handilsskipanirnar rigga.

Seinasta álopið er uppaftur ein áminning um støðugt vaksandi hóttanina um teldusníkaálop í maritimu vinnuni.

Kelda: Shippingwatch og World Maritime News