* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Teldusníkar hava gjørt álvarsligt álop á norska skipasmiðju

Teldusníkar gjørdu á hvítusunnu álvarsligt álop á Norska skipasmiðjusamtakið, Vard, har teir eftir øllum at døma hava brongla (krypterað) fleiri servarar hjá samtakinum. Italienararnir, sum eiga Vard, Fincantieri, vátta, at Vard er rakt av einum bronglvirusi.

 

Fleiri norskir miðlar hava roynt at fingið eina viðmerking frá leiðsluni í Vard, men uttan úrslit. Løgverjan váttar fyri norskum miðlum, at álopið veruliga er framt.

 

“Tað er rætt, at teldusníkar hava lopið á Vard. Men hvat slag og hvørjar avleiðingar, tað fær fyri samtakið, kunnu vit ikki úttala okkum um. Men talan er um eitt torskilt mál, og vit arbeiða saman við kriminalløgverjuni fyri at loysa málið skjótast gjørligt,” sigur Kjell Arne Hestad, politiinspektørur hjá løgverjuni í Møre og Romsdal.

 

Blaðið, Nordre, skrivar, at fleiri starvsfólk hava fingið SMS um, at neyðugt kann verða við uppsagnum eftir álopið.

 

Kelda: Maritime Danmark