* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Teldusníkar vilja raka alheims sjóvinnuna

Kanningarfólk siga ein nigeriskan bólk av teldusníkum herja reiðaríir og teirra viðskiftafólk.

 

Kanningarnar vísa, at endamálið hjá nigerisku teldusníkunum er at stjala milliónir av dollarum um árið.

 

Trygdarserfrøðingar hjá Secureworks Counter Treat Unit (CTU) eru komin til, at teldusníkabólkurin, ið róptur verður Gold Galleon, hevur serútgjørt seg at sníkja seg inn á teldupostar innan alheims sjóvinnuna við serliga teknikkinum, sum róptur verður Business Email Compromise Attack (BEC).

 

Hetta er ein serligur teknikkur, har teldusníkarnir senda teldupostar til stjórar og aðrar leiðarar, og geva seg út fyri at vera týðandi viðskiftafólk. Á tann hátt royna teir at fáa atgongd til grunnar við nógvum peningi og til bankakontur.

 

Umboð hjá CTU sigur við ZD-Net, at í staðin fyri at spamma handlar og fyritøkur um allan heim, hava teldusníkarnir nú sett kikaran á eina heilt serliga vinnu, nevniliga alheims sjóvinnuna, tað er farmavinna, oljuvinna og so framvegis.

 

Kanningarnar vísa, at frá juni í 2017 til januar í 2018 eydnaðist nigerisku teldusníkunum at lumpa feløg og fyritøkur innan sjóvinnuna fyri 3,9 milliónir dollarar, tað eru slakar 24 milliónir krónur. Roknað verður við, at tað fer at eydnast Gold Gallion at svika fyri einar 40 milliónir krónur næsta árið.

 

Kelda: ZD-Net