* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av mongu skipunum í The Alliance.

The Alliance økir kapasitetin á høvuðsfarleiðum

Í einari roynd at at basa stóru seinkingunum í veitingarliðunum, tekur The Alliance nú størri skip inn á týdningarmestu farleiðirnar, samstundis sum talið á bingjum verður økt. Tað skrivar TradeWinds.

 

Orsøkin til nógvu seinkingarnar eru drúgvu bíðitíðirnar í havnunum, og so bíða nøkur skip mangan í einari havn eftir øðrum skipum, sum aftur eru seinkað. Tað skulu fleiri og størri skip á farleiðunum við mest ferðslu hjálpa uppá saman við eyka bingjum.

 

Veruleikin er tann, at tað fer at taka nakað av tíð, áðrenn vit koma aftur til tað, vit kendu, sigur Rolf Habben Jansen, CEO í týska reiðarínum, Hapag-Lloyd.

 

Saman við ONE, HMM og Yang Ming er Hpag-Lloyd tað, vit rópa The Alliance.

 

Millum størstu reiðaríini lógu Maersk og Hamburg Sud, sum Maersk eigur, væl betur enn miðal í fjør. MSC kom á triðja plássi.

 

Kelda: Maritimedanmark