* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja eftirlønarlógin kemur í gildi 1. Januar 2014

Eftirlønir


Fyri okkum sum starvast uttanlands og sum eru skrásett til at fáa eina B-inntøki, so er IKKI neyðugt at tegna ein eftirlønarsáttmála áðrenn 1. Januar 2014. Men tað kann gerðast einaferð í 2014, tí ikki fyrr enn sjálvuppgávan skal latast inn í seinasta lagi 1. Mai 2015, skal skjalprógvast yvurfyri TAKS, um og hvat fyri eftirlønarsáttmála ein hevur og hvussu nógv er goldið inn. 

Eftirlønarlógi frá 14. Mai 2013 sigur greitt at í 2014 skal 1 % av lønuni gjaldast inn til eftirløn. Men so finnist einn kunngerð um at sleppa undan at gjalda inn til eftirløn, men har er kravið at man skal: 

1. Arbeiða í útlandinum 

2. Arbeiða hjá útlendskum arbeiðgevara 

3. Og hava eftirløn hjá útlendskum eftirlønarveitara har goldið verður inn til Lívrentu.

Og tað er serliga hettar seinasta sum tey flestu koma at fella uppá og tí hava fyri neyðuni at tegna eina eftirløn í Føroyum. Vit koma so at kunna okkara limir so hvørt sum naka nýtt hendir við efturlønum. Tað verður so her á síðuni og til kunnandi fundir sum vit fara at hava rundt landið í 2014 í samarbeiði við Eftirlønarveitarar.

 

Link til heimasíðuna hjá Taks um Eftirlønarlógina: http://www.taks.fo/01671/


Nyttig om pensjon IR.pdf  

Overenskomst.pdf