* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Her á Volga-ánni doyðu í minsta lagi 10 fólk í einum samanbresti millum eina tvíkilju og ein prám. Seinast tíðindini siga, at eitt lík skal vera funnið aftrat. 5 fólk komu frá vanlukkuni á lívi.

Tíggju deyð í samanstoyti á Volga

Ein prámur og ein tvíkilja stoyttu mánakvøldið saman á Volga-ánni, og higartil eru tíggju lík bjargaði.

 

- Kavarar hava bjargað níggju líkum, trimum monnum og seks kvinnum, sigur ein talsmaður fyri bjargingartænastuna á staðnum. Síðan hava tey funnið eitt lík aftrat.

 

Sambært Maritime Bulletin hendi vanlukkan á Volga nærindis Volgograd, tá ein stuttleika tvíkilja bresti saman við ein prám, sum sleipibáturin, Kapitan Vecherkin, skumpaði niðan eftir ánni. Sleipibáturin skumpaði samstundis eisini ein anna prám.

 

Lítla tvíkiljan var eftir øllum at døma á veg aftur til Volgograd við gestum frá einari veitslu, og sigldi við fullari ferð uttan signalljósini tendraði. Tá tvíkiljan rendi á tann eina prámin, reyk hon inn undir botnin á práminum.

 

Tey tíggju líkini, sum higartil eru funnin, vóru funnin inni í tvíkiljuni. Manningin á sleipibátinum bjargaði fimm av líkunum úr tvíkiljuni.

 

Ein ónevnd kelda frá bjargingartænastuni á staðnum skal hava sagt, at mest sannlíkt er, at skiparin á tvíkiljuni ikki helt skipsreglurnar.

 

16 fólk vóru umborð á tvíkiljuni, tá vanlukkan hendi, hóast hon bara hevði loyvi at hava 12 fólk umborð.

 

Kelda: Søfart og ritzau