* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ellivu sjófólk vóru funnin deyð í einum eldibrandi á tveimum gasstangabátum undir tansanskum flaggi í gjár.

Fleiri sjófólk deyð í eldsbruna

Eldur umborð á tveimum skipum nærindis Krim-hálvoynni hevur kostað í minsta lagi tíggju sjófólkum lívið, skrivar Reuters.

 

Í veruleikanum er enn ógreitt, hvussu nógv eru deyð í eldsbrunanum, eftir at eldur kom í tveir gasstangabátar í Kerch-sundinum nærindis Krim-hálvoynni mánamorgunin. Men 14 vórðu bjargað á lívi. Tað segði umboð fyri russiska flutningsmálaráðið við Reuters-tíðindastovuna í gjár.  

           

Sambært Reuters boðaði russiska flutningsmálaráðið fyrrapartin mánadagin frá, at manningin av teimum báðum tangabátunum lupu í havið fyri at sleppa undan eldslogunum. Tangabátarnir vóru í ferð við at bunkra, tá vanlukkan hendi. Nógvur vindur skal eisini hava verið í økinum um tað mundið.

 

Tangabátarnir høvdu eina manning uppá í alt 31 fólk – 16 teirra vóru úr Turkalandi og 15 úr India.

 

Bæði skipini, Candy og Maestro, sigldu undir tansanskum flaggi.

 

Kelda: Reuters