* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tíggju tey størstu bingjuskipini í heiminum

Alphaliner hevur gjørt ein lista við tíggju teimum størstu bingjuskipunum í heiminum. MSC Gülsün, sum var latið eigarunum fyrr í hesi vikuni, liggur ovast á listanum, meðan skip hjá OOCL og Maersk liggja stutt aftankfyri.

 

Heimsins størsta bingjuskip – fyribils í hvussu er, varð latið eigarunum fyrr í vikuni. Talan er um 400 metrar langa MSC Gülsün, sum varð smíðað í Suðurkorea. Skipið tekur 23.000 tjúgufóts bingjur, og er á stødd við fýra fótbóltsvøllir.

 

Tað var sveitsiska reiðaríið, MSC, sum bílegði skipið í 2017, og tað er eitt av seks sama slag skipum, sum Samsung Heavy Industries í Suðurkorea smíðar.

 

Í sambandið við nýggja risaskipið hevur greiningarhúsið, Alphaliner, hugt nærri at tíggju teimum størstu bingjuskipunum í heiminum.

 

Skip               TEU               Ár                  Reiðarí

MSC Gülsün  22.960           2019              MSC

 

OOCL Hong   21.413           2017              OOCL (Cosco)

Kong

 

Cosco Ship.   21.237           2018              Cosco

Univers

 

Madrid          20.568           2017              Maersk

Maersk

 

Ever Golden  20.388           2018              Evergreen

 

Mol Triump.  20.170           2017              MOL

 

Barzan          19.870           2015              UASCH (Hpag-Lloyd)

 

MSC Oscar    19.224           2015              MSC

 

CSL Globe     18.982           2014              Cosco

 

Maersk EEE 18.340            2013              Maersk

 

Hóast fleiri skip taka meira enn 20.000 TEU, so hevur onki skip enn lastað meira enn 19.284 TEU. Tað metið setti Monaco Maersk 1. juni í 2019.

 

Kelda: Shipping Watch