* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hjálparskipið, Aquarius, hevur havt tey 629 flóttafólkini umborð í níggju dagar, áðrenn spanska stjórnin endiliga bjóðaðu teimum til Spania.

Tilflytaraskip sloppið at bryggju í Spania

Tað er endiliga eydnast 629 flóttafólkum at sleppa í land – ikki í Italia ella Malta, men í Valensia í Spania.

 

Spanska vaktar- og bjargingartænastan hevði deilt flóttafólkini frá týska NGO-skipinum, Aquarius, út á fleiri onnur skip. Fyrsta skipið legði til bryggju í Valensia tíðliga í gjáramorgunin. Tá fingu neyðstøddu flóttafólkini fast undir føti.

 

DR skrivar, at Reyðikrossur í Spania tók ímóti á bryggjuni, tá flóttafólkini, sum hava verið fangað í Miðjarðarhavinum í 9 dagar, komu í land. Skipið hevur verið kastibløka millum fleiri miðjarðarhavslond.

 

Nýggja sosialistiska stjórnin í Spania við Pedro Sánchez á odda, tók sær at enda av skipinum:

 

- Tað er skylda okkara at hjálpa fyri at sleppa undan einari humaniterari vanlukku. Tí bjóðaðu vit teimum at koma í land. Tað hevur eisini týdning fyri okkum at halda mannarættindini, sigur Sánchez.

 

Spania hevur lovað flóttafólkunum ókeypis læknahjálp.

 

Í Spania hevði Reyðikrossur fyrireikað seg at taka ímóti flóttafólkunum í eina viku. Og á bryggjuni í Valensia ganga nú nøkur vælhýrd flóttafólk.

 

- Vit eru so fegin, nú vit eru komin til Spania at broyta lív okkara, segði eitt av flóttafólkunum við AP-tíðindastovuna fyrrapartin í dag.

 

Kelda: DR