* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Alex Rasmussen, formaður í Veðurmenningarbólkinum, handar landsstýrismanninum frágreiðingina.

Tilmæli um dagførda veðurtænastu handað landsstýrinum

Veðurmenningarbólkurin handað landsstýrismanninum frágreiðing og tilmæli um dagførda, nøktandi og útbygda veðurtænastu í Føroyum

Fríggjadagin 26. apríl 2019 fekk Høgni Hoydal, landsstýrismaður, handað frágreiðing og tilmæli frá Veðurmenningarbólkinum, stytt VMB.

Landsstýrið hevur raðfest stigvísa menning av føroyskari veðurtænastu og í mai 2018 setti Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ein arbeiðsbólk at gera eina ætlan um dagførda, útbygda og nøktandi veðurtænastu í Føroyum.

Arbeiðsbólkurin (VMB) fór rættiliga til verka í juni 2018 og hevur havt fundir og samskifti við fleiri føroyskar stovnar og virki umframt fundir og samskifti við viðkomandi stovnar í grannalondunum.

Stórur tørvur er á at fáa ein dagførdan føroyskan veðurstovn. Mett verður, at við eini árligari upphædd á umleið 8 mió. kr., er møguligt at fáa sett gongd á eina dagførda, útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu við betri og meira álítandi veðurforsagnum fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki, betri miðling og luttøku í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagns fyri sjóvinnu, vinnu á landi, flogferðslu, tilbúgving og tað føroyska samfelagið sum heild.

Hugsjónin er at gera bestu og mest álítandi veðurforsagnir fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki, miðla hetta á besta hátt umframt at menna og taka lut í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagn fyri tað føroyska samfelagið.

Tað eru nógv evni og øki, sum hava áhuga og skulu raðfestast á besta hátt, so vit samfelagsliga fáa størsta ágóða við tí tilfeingi, sum tøkt er:

  • betri veðurvánir fyri allar Føroyar - ”Veðrið á bygd og í bý, ”útlit fyri havleiðirnar um Føroyar”, um hálku á vegakervinum, tilbúgving, stuðul til bjargingarátøk o.a., og seinni kanska eisini fyri onnur/øll føroysk áhugaøki,
  • betri miðling av veðurforsagnum til KVF og aðrar miðlar, appir til snildfonir o.a.
  • undirvísing í veðurfrøði í samstarvi við Fróðskaparsetrið og aðrar stovnar/skúlar,
  • granskingar um veðurlag í Føroyum, veðurlagsbroytingar, og teirra ávirkan í framtíðini,
  • veðurlagsgransking innan framtíðar vatn-, vind- og sólorkupotentiali,
  • veðurmodell fyri Føroyar (downscaling, í fyrstu atløgu mest við fokus á vind, hvirlur og turbulensi), men sum frá líður eisini meira neyva vitan um avfall kring landið, mjørka og hita,
  • samskipan av føroyskum veðurmátingum,
  • talgildan av eldri veðurmátingum og annað áhugavert tilfar,
  • skráseting av lokalum fyribrigdum,
  • heimasíðu o.a.

Hetta verður gjørt í samstarvi við føroyskar stovnar, virki og felagsskapir, við aðrar veðurstovnar umframt millumtjóða og altjóða felagsskapir.

VMB heldur væntandi áfram við arbeiðinum til Veðurstova Føroya rættiliga er komin í gongd.

Øll eru vælkomin at skriva til Veðurmenningarbólkin, hava tey eitt gott hugskot, viðmerkingar ella spurningar. Sí https://vedur.fo.