* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fritjof Nansen, sum norska reiðaríið, Hurtigrutan, eigur.

Norska Sjómannafelagið hevur meldað norsku “Hurtigrutuna” fyri brot á útlendingalógina. Grundin er tann, at felagið metir reiðaríið bróta norska lóg á fleiri økjum. Tað er MS “Fritjof Nansen”, sum verður meldað. Filmsfelagið, sum framleiðir “Mission Impossible” við Tom Cruise í høvuðsleiklutinum, hevur leigað Fritjof Nansen.

 

Við løgverjuna vísir norska Sjómannafelagið á, at ein stórur partur av manningini á Fritjof Nansen er útlendsk og serliga úr triðjalondum, nógv eru úr Asia.

 

- Soleiðis, sum vit skilja útlendingalógina, er ikki loyvt at hava fólk úr triðjalondum á einum NIS-reikferðaskipi uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi, tá skipið verður brúkt sum hotell. Hetta boðaðu við “Hurtigrutuni” frá frammanundan, sigur Johnny Hansen, sum starvast í norska Sjómannafelagnum.

 

Fritjof Nansen skal í ein mána virka sum hotell hjá filmsliðnum, meðan sjeynda útgávan av “Mission Impossible” verður filmað. Skipið liggur við bryggju í Hellesylt í Noregi, og manningin verður í høvuðsheitum fólk, sum fáa minni enn 29 norskar krónur um tíman, heldur Sjómannafelagið uppá.

 

“Hurtigrutan” sigur hinvegin, at nýtslan av skipunum væl og virðiliga er innanfyri norsku reglurnar.

 

Norska Sjófartsstýrið sigur í einari viðmerking, at onki benir á, at nýtslan av “Fritjof Nansen” er í stríð við reglurnar í NIS-lógini.

 

Kelda: Skipsrevyen