* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fyrr í vikuni var Útnorðurfundur hildin í Føroyum.

Toppfundur í Útnorðri

Týsdagin var trýpartafundur millum Ísland, Grønland og Føroyar hildin í Tinganesi. Teir tríggir uttanríkisráðharrarnir Guðlaugur Thór Thórðarson, Vivian Motzfeldt og Poul Michelsen umrøddu støðuna í Útnorðri og kunnaðu hvønn annan um ætlanir og raðfestingar á uttanríkispolitiska økinum.

Millum evnini á skrá hesaferð vóru Brexit og møguleikar fyri øktum samstarvi á fleiri økjum.

Í sambandi við, at Útnorðurráðið hevði ársfund í Løgtinginum í gjár, tóku uttanríkisráðharrarnir eisini lut í orðaskiftinum, tá evnið geopolitikkur var á skrá. Útnorðurráðið viðgjørdi saman við uttanríkisráðharrunum millum annað hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar og økti spenningurin millum eystur og vestur kann fáa á Útnorður.

“Tað er ein sannroynd, at heimurin hyggur norðureftir. Tí er tað meira umráðandi enn nakrantíð at grannalondini í Útnorðri samstarva breitt og regluliga kunna hvønn annan. Tað er besti máti at tryggja, at Útnorður sum heild – og londini hvørt í sínum lagi – er ført fyri at møta teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman og ikki minst teimum møguleikum, sum fara at stinga seg upp,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Kelda: Heimasíðan hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum