* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein av teimum fýra nýggu tangabátunum skal vera hesin, CPO Australia.

Torm keypir fýra nútímans tangabátar

Torm yvirtekur fýra átta ára gamlar tangabátar, og prísurin er góður. Tað er týska Offen Group, sum selur.

 

Keypsprísurin er 83 milliónir dollarar fyri allar fýra tangabátarnar, og teir verða væntandi yvirtiknir millum august og desember í 2019. Teir verða settir inn í flotan hjá Torm, sum frammanundan hevur tíggju tangabátar í somu røðini sum hesir fýra, reiðaríið nú keypir.

 

- Vit eru fegin um at kunna víðka flotan við fýra nútímans MR-tangabátum. Tá vit hyggja niður í útboð- og eftirspurningin eftir flutningi av brennievnum, halda vit, at hetta er rætta tíðin – samstundis sum kapitalstøðan hjá okkum eisini loyvir tí, sigur Jacob Meldgaard, forstjóri í Torm.

 

Samstundis sum avgerð er tikin um at keypa fýra tangabátar aftrat, selur reiðaríið 20 ára gamla tangabátin, Torm Gunhild, fyri seks milliónir dollarar.

                

Kelda: Søfart