* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Torm og Lauritzen spara miljónir í brennievni við nýggjari telduskipan

Skipini hjá Torm og J. Lauritzen brúktu minni brennievni í 2016, eftir at tey bæði reiðaríini hava tikið nýggja telduskipan í brúk, skrivar Berlingske.

Nýggja forritið, sum roknar út, nær skrokkurin á skipunum skal reinast fyri millum annað algur og sniglar, hevur higartil spart teimum báðum reiðaríunum fyri 70 mió. kr. "í rundum tølum."

Lauritzen hevur spart næstan fimm prosent av brennievninum, ið varð brúkt í 2015, meðan Torm spardi 3,6 pst.

"Vit hava fingið nøkur greiningaramboð, sum eru nógv meiri nágreinilig. Vit eru sloppin av við ótryggleikan í sambandi við útrokningar, og vit trúgva somikið upp á hetta, at vit kunnu reagera fyrr," sigur Jesper S. Jensen, stjóri á tekniska økinum hjá Torm, við Berlingske.

Danski Innovatiónsgrunnurin, Danski Maritimi Grunnurin og Orients Grunnurin hava veitt stuðul til nýggju skipanina.

Kelda: shippingwatch.dk