* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tangaskip hjá danska reiárínum, Torm.

Torm og Norden útseta manningarskifti

Fleiri donsk reiðarí útseta nú manningarskifti, eins og Maersk boðaði frá í gjár.

 

Tað eru ikki bara manningar hjá Maersk, sum ikki koma heim næstu vikurnar. Onnur reiðarí útseta nevniliga eisini manningarskifti orskaða av koronafarsóttini.

 

Eitt av reiðaríunum er Torm, sum útsetir manningarskiftið í óásetta tíð.

 

- Vit hava onki manningarskifti í Evropa nú, tað er útsett. Í restini av heiminum meta vit um í hvørjum føri og fyri hvørja manning í mun til, um tað er trygt at skifta manning, sigur Joakim Nørholm Vasehus, samskiftisstjóri í Torm.

 

- Vit kunnu onki neyvt siga um, hvussu leingi hetta fer at vara. Um manningarskiftini verða longd við tveimum ella fýra vikum, mugu vit meta um so hvørt, sum tingini kring okkum broytast, sigur hann.

 

Eisini reiðaríið, DS Norden, hevur lokað alt manningaskifti niður.

 

- Vit hava steðgað øllum manningarskifti í tvær vikur frá 13. mars, sigur Anne-Louise Dam-Rasmussen.

 

Hjá Maersk Tankers, sum varð loyst frá Maersk-samtakinum í 2017, hava tey ikki steðgað øllum manningarskifti enn, men tey meta um tað sohvørt.

 

Kelda: Søfart