* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Torm veksur um flotan við fýra MR-skipum

Torm hevur gjørt sáttmála um at keypa fýra MR-skip, sum eru smíðað á koreansku skipasmiðjuni, Hyundai Mipo. Kostnaðurin er 83 milliónir dollarar íalt, sigur reiðaríið. Felagið fær skipini millum august og desember í ár.

 

- Vit eru fegin um at kunna vaksa um flota við fýra nútímans MR-skipum til ein góðan prís. Við betri útlitum millum útboð og eftirspurning á marknaðinum fyri flutning av brennievni meina við, at hetta er rætta løtan at vaksa um flotan, sigur Jacob Meldgaard, stjóri í Torm, í einum tíðindaskrivi.

 

Torm hevur frammanundan tíggju skip frá einum koreanskum reiðaríi, og royndirnar hava verið góðar bæði tøkniliga og handilsliga.

 

Við keypinum hevur Torm ætlanir at gera íløgur í nýbygningar, skrubbarar og líknandi fyri umleið 346 milliónir dollarar.

 

Kelda: Torm