* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Torm verður drigið inn í mutursmál hjá Maersk

Torm-reiðaríið hevði eisini samstarv  við ein umboðsmann, sum sambært brasilsku løgverjuni bara stovnaði virki sítt fyri at kunna býta út muturspening í sambandi við sáttmálar við oljufelagið Petrobras. Tað skrivar Berlingske.

 

Torm-reiðaríið váttar fyri Berlingske, at reiðaríið hevur flutt pening til Gandra Brokerage, sum umboðsmaðurin, Wanderley Gandra, eigur.

 

“Vit kunnu vátta, at Torm Signe varð avgjørd í einum sáttmála umvegis Maersk Brazil í september 2006. Kundin var Petrobras. Sambært avtaluni var peningur útgoldin til Maersk Brazil og Gandra Brokerage,” skrivar Torm til Berlingske.

 

Blaðið skal hava roknað seg fram til, at umboðsmaðurin hevur forvunnið 2,3 milliónir krónur orsakað av sáttmálanum við Torm.

 

Maersk varð blandað inn í málið av fyrrverandi stjóranum í Petrobras, Paolo Roberto Costa, sum eftir at hann var handtikin í 2014 segði løgverjuni, at hann hevði fingið pening frá brasilska umboðsmanninum hjá Maersk, Wanderley Gandra.

 

Costa fekk sum lyfti at fáa ein veikari dóm, um hann afturfyri vildi vera krúnvitni og leggja allar upplýsingar á borðið.

 

Kelda: Maritimedanmark / Berlingske