* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Umleið helvtin at torpedunum á Helge Ingstad vórðu sprongdar hósdagin í farnu viku.

Torpedur á Helge Ingstad sprongdar

Í sambandi við at norska verjan í hesum døgum roynir at hevja fregattina, Helge Ingstad, hevur sjóverjan sprongt helmingini av torpedunum, sum vóru umborð á fregattini.

 

Torpedurnar hava ligið undir sjógvi síðan samanstoytin við stóra tangabátin, Sola T.S., hin 8. november í fjør í Hjeltefjørðinum uttanfyri Bergen.

 

- Battaríini til torpedurnar kunnu gerast virkin í sambandi við luft, og tískil kann skaði standast. Tí hevur sjóverjan valt at spreingja torpedurnar, áðrenn tær sjálvar gera nakran skaða, sigur Bengt Berdal, flotakapteynur.

 

Sí sjónbandaupptøkur, tá umleið helvtin av torpedunum vórðu sprongdar hósdagin í farnu viku.

 

Kelda: Skipsrevyen


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=aUq8DdhpKyQ]
Sjónbandaupptøkur, tá torpedur á Helge Ingstad vórðu sprongdar í farnu viku.