* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tørvur á einari miljón oljuarbeiðarum í USA

Ein nýggj frágreiðing frá IHS Global Insight - Americas New Energy Future - vísir, at tann skjótt vaksandi olju- og gassídnaðurin í USA tørvar upp ímóti einari miljón fleiri starvsfólk innan ár 2020. Fram til 2025 verður brúk fyri 800.000 aftrat.

”Tað gongur betri og betri búskaparliga í USA. Avleiðingarnar av vøkstrinum í virðisketuni eru hægri inntøkur, minkandi arbeiðsloysi og meiri handil. Samstundis veksur kappingarorkan hjá USA í stórum”, stendur í frágreiðingini.

”Vøksturin í olju- og gassídnaðinum sæst eisini aftur í bruttotjóðarúrtøkuni hjá USA, har ískoytið frá hesi vinnuni fer at vaksa úr 284 miljardir dollarum í 2012 til 533 miljardir dollarar í 2025. Inntøkurnar hjá samveldisríkinum fara í meðal at liggja um 115 miljardir dollarar um árið”, stendur víðari í frágreiðingini.

Myndin er úr amerikanska oljubýnum Houston í Texas.

Kelda: IHS