* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Total selur norsk oljuøki til Statoil

Franski orkurisin Total hevur eftir eina gjøgnumgongd av Norðsjóvarvirksemi sínum - eftir keypið av Maersk Oil - valt at selja partabrøv síni í tveimum norskum oljuøkjum til Statoil fyri 1,45 mia. dollarar, svarandi til 9 mia. danskar krónur, skrivar Reuters.

Statoil fer at yvirtaka tey 51 prosentini hjá Total í Martin Linge økinum og lut tess upp á 40 pst. í Garantiana fundinum á norska landgrunninum. 

“Komandi yvirtøkan av Maersk Oil hevur fingið okkum at gjøgnumganga virksemi okkara í hesum umráðnum fyri at fokusera upp á umráðini, har Total fer at kunna skapa synergiir og avmarka breakeven-punktið,” sigur Arnaud Breuillac, stjóri fyri leiting og framleiðslu hjá Total.

Eins og fleiri onnur oljufeløg - sum t.d. BP og Exxon Mobil - ætlar Total í Norra at fokusera upp á ognirnar, har tey ikki sjálv eru virkin sum fyristøðufelag. 

Keypið hjá Total av Maersk Oil fyri 7,45 mia. dollarar varð fráboðað 21. august.

Kelda: Reuters