* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Alt bendir á, at oljufelagið, Total, fer at taka seg úr Iran áðrenn 4. november í ár.

Total tekur seg úr Iran

Um Total onki undantaksloyvi fær frá USA, steðgar felagið øllum ætlanum í Iran.

 

Total fer til dømis ikki at leingja South Pars 11-ætlanina í Iran, og felagið noyðist at steðga øllum arbeiði áðrenn 4. november í 2018, segði felagið í einari fráboðan í gjár.

 

- Vit steðga øllum arbeiðum í Iran, um vit ikki fáa eitt ítøkiligt undantaksloyvi frá amerikonsku myndugleikunum at halda fram – við stuðuli frá fronskum og øðrum evropiskum myndugleikum, sigur felagið.

 

Hetta hendir eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur boðað frá, at USA tekur seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran, og at USA fer at revsa feløg og lond, sum halda fram at samstarva við Iran.

 

Í Danmark hava stór reiðarí sum Mærsk og Torm boðað frá, at tey fara at steðga allari sigling uppá Iran.

 

Kelda: Hegnar