* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tríggir fiskimenn doyðu eftir samanstoyt út fyri Spania

Tríggir fiskimenn doyðu og tveir eru ikki afturíaftur komnir eftir ein samanstoyt út fyri sponsku strondini í gjár. Spanski trolarin Mar de Marin stoytti saman við bilferjuna Baltic Breeze, sum svenska reiðaríið Wallenius Lines eigur.

Samanstoyturin hendi í áarmunnanum av Vigo-ánni. Fimm fiskimenn vórðu bjargaðir av søkkandi trolaranum, men tríggir vórðu funnir deyðir á sjónum, og tveir eru sum nevnt ikki afturíaftur komnir. Baltic Breeze var á veg úr Gibraltar til Vigo eftir bilum. 

Svenska Wallenius Lines eigur ein flota av 36 ro/ro-skipum og tekur sær serliga av bilaflutningi kring heimin. 

Kelda: TradeWinds