* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Farmaskipið steðgaði ikki at hjálpa manningini á ásigldað útróðrarbátinum.

Tríggir mans deyðir í samanstoyti í Kochi

Týsmorgunin rendi eitt farmaskip á ein útróðrarbát úttanfyri strondina í Kochi í India, og í minsta lagi tríggir mans doyðu.

 

Sambært einum teirra, ið slapp frá vanlukkuni á lívi, fingu tveir av manningini løstir, og níggju eru ikki komnir afturíaftur.

 

“Farmaskipið steðgaði ikki at hjálpa okkum,” sigur hann.

 

Hetta var triði samanstoyturin í hesum økinum í bara ein mánaða, og sum hevur havt deyða við sær.

 

Oceanic, sum útróðrarbáturin æt, fór úr bygdini, Munambam, í Kerala-landslutinum í India, mánadagin, og mánakvøldið var hann staddur einar 23 fjórðingar úr Munambam. 

 

Vanlukkan hendi klokkan 03.30 um náttina, tá stóra farmaskipið rakti og søkti indiska útróðrarbátin. Ein av manningini hevur sagt løgregluni, at báturin var raktur afturi á reyvini, og hann var einsamallur á vakt, tá samanstoyturin hendi.

 

Enn er ikki greitt, hvat tað var fyri farmaskip, ið rendi á útróðrarbátin, men illgruni er um, at talan er um 160.000 dwt tangaskipið, Desh Shakti, sum siglir undir indiskum flaggi. Skipið var á veg úr Chennai til Basra í Irak, tá hendingin fór fram, og embætismenn hava sagt, at Desh Sahkti var har á leiðini.

 

Menninir, ið komu frá vanlukkuni á lívi, eru 20 og 29 ára gamlir. Teir vóru báðir fluttir á sjúkrahús til viðgerðar.

 

Kelda: The Maritime Executive