* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tríggir sjómenn latnir leysir eftir harðan skotbardaga

Teir tríggir av manningini á einum sandbáti, sum sjórænarar rændu eftir ein skotbardaga 2. januar í ár, eru nú bjargaðir. Eftir ein drúgvan skotbardaga við sjórænararnar eydnaðist tað nigerianskum serdeildum at bjarga teimum trimum sjómonnunum. Tað hendi mikudagin í farnu viku.

 

Eftir eitt tríggjar tímar langt álop eydnaðist tað serdeildum hjá nigerianska herinum at taka ein sjórænara til fanga, og at bjarga teimum trimum sjómonnunum á grikska sandbátinum, Ambika.

 

Gíslarnir, sum eftir øllum at døma vóru óskaddir, vórðu fluttir á eina herstøð nærindisSjórænar. Tað eydnaðist restini av sjórænarunum at flýggja, hóast teir vóru løstaðir.

 

Teir tríggir av manningini vórðu tiknir gíslar eftir ein skotbardaga, sum kostaði fýra varðhaldsfólkum á sandbátinum lívið.

 

Fimm av manningini vóru eftir umborð á sandbátinum. Um tað hevur eydnast teimum at goyma seg fyri sjórænarunum, verður einki sagt um.

 

Kelda: Maritime Danmark