* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Oljuforðingar eru lagdar út í Illinois-ánna.

Tríggir sleipibátar sukku á Illinois-ánni

Amerikonsku myndugleikarnir eru farnir at kanna, hví tríggir sleipibátar og ein prámur sukku á Illinois-ánni nærindis Hardin sunnudagin.

 

Vaktar og bjargingartænastan fekk boðini um, at tríggir sleipibátar og ein prámur, sum sleipaðu saman, vóru farnir at leka, og vatnið fossaði inn. Umborð eru umleið 4.850 gallon av olju.

 

Bjargingartænastan hevur nú lagt forðingar út, sum kunnu upptaka 1.500 tunnur av olju, og soleiðis vóna myndugleikarnir at avmarka oljudálkingina.

 

Mett verður, at talan var um eina stóra vanlukku fyri umhvørvið, og hendingin verður nú kannað.

 

Kelda: The Maritime Executive