* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tríggjar tær størstu skipsvanlukkurnar í friðartíð

Størstu tapini av mannalívum eru hend í kríggstíð, men eisini í friðartíð hava verið vanlukkur, ið hava kravt mong mannalív. Higartil størsta vanlukkan hendi í desember í 1987, tá 4.341 fólk mistu lívið og bert 24 vórðu bjargað, tá ferðamannaskipið Doña Paz sakk.

Doña Paz sakk eftir at hava stoytt saman við oljutangaskipið Vector í Tablas Strait í Filipsoyggjunum. Eisini 11 av teimum 13 av manningini á tangaskipinum doyðu undir samanstoytinum.

4. desember 1948 sigldi kinesiska ferðamannaskipið Kiangya á eina minu í Huangpu ánni, 50 fjórðingar sunnan fyri Shanghai. Ikki er greitt, hvussu mong fólk lótu lív, men hildið verður, at talið liggur millum 2.750 og 3.920. Millum 700 og 1.000 komu frá vanlukkuni á lívi.

6. desember 1917 stoytti franska lóðurskipið Mont-Blanc saman við norska farmaskipið Imo í havnini í Halifax. Í fyrsta umfari eydnaðist 40 mans stóru manningini á Mont-Blanc at flýggja av skipinum, men fáar minuttir seinni sprongdist lóðurskipið. Umleið 2.000 fólk doyðu av spreingingini og umleið 9.000 fingu skaða.


Kelda: MarEX