* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Triple E-skipini ikki størst longur

Triple E-skipini hjá Maersk Line, sum við sínum 18.270 TEU og 399 metrum í long eru heimsins størstu bingjuskip, missa skjótt heitið sum heimsins størstu. Bingjureiðaríið China Shipping Container Lines CSCL fær í november eitt nýtt skip, ið er 400 metrar langt við einum kapasiteti upp á 19.100 TEU.

”Ætlar tú tær at tjena pengar nú, skulu skipini vera brennievniseffektiv, og tey skulu vera stór í vavi, so prísurin fyri hvørja bingju kann lækkast, ella skalt tú kunna veita eina sera góða tænastu”, sigur Lawrence Li, shippinggreinari hjá UOB Kay Hian, sambært nordjyske.dk, ið endurgevur Ritzau Finans.

Skipið, sum CSCL fær latið í november, er tað fyrsta í eini bílegging upp á fimm skip, ið verða bygd á suðurkoreansku skipasmiðjuni værft Hyundai Heavy Industries. 

Maersk Line hevur eftir øllum at døma ikki ætlanir um fyribils at taka dystin upp við CSCL. Herfyri segði stjórin í reiðarínum,Søren Skou, at skipini ikki fyribils skulu vera størri. 

”Lutfallið millum stødd, fleksibilitet og frekvens er rokkið. Eg haldi, at vit hava rokkið eina stødd, har eingir stórrakstrarfyrimunir longur eru í at gera tey upp aftur størri. Tað fer at ganga út yvir fleksibilitetin. Tú skalt kunna bjóða fimm fráferðir um vikuna á rutunum, og verða skipini gjørd upp aftur størri, missir tú tann fleksibilitetin”, segði hann tá. 

Kelda: nordjyske.dk