* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Triple-E skipið, Mærsk Mc-Kinney Møller, nærkast Danmark

Heimsins størsta bingjuskip, Mærsk Mc-Kinney Møller, siglur seinnapartin týsdagin gjøgnum Stórabelt og undir Stórabeltbrúnni kl. 14.30.

- Vit sigla framvið Skagen kl. 2.30 náttina til týsdagin, og rokna við at sigla undir Stórabeltbrúnni týsdagin umleið klokkan 14.30, sigur skiparin, Jens Meinertz, ið vitjaði binguskipið í týska havnarbýnum Bremerhaven.

Roknast kann við, at nógv fólk verða á Stórabeltbrúnni, til tess at síggja skipið sigla undir brúnni, á veg til Gdansk í Polen.

Sambært skiparanum, Jens Meinertz, hevur áhugin fyri skipinum verið ómetaliga stórur, frá tí skipið fór úr Suðurkorea á sínum fyrsta túri til Europa.

Mærsk Mc-Kinney Møller er 400 metur langt og tekur 18.270 bingjur.

Næsta sunnudag siglur bingjuskipið aftur gjøgnum Stórabelt norðuryvir. Mánadagin kemur skipið til Aarhus, ið verður tann fyrsta og einasta havnin skipið vitjar í Danmark.

Ásbjørn Jacobsen/antares.fo