* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Triple-E skipini fáa kapping

Eftir at hava fingið nógva og jaliga umtalu í fjølmiðlum kring allan heimin, fáa Triple-E skipini hjá Maersk Line kapping, og kunnu ikki longur rópa seg fyri heimsins stórsta bingjuskip.

Tíðindastovan Reuter skrivar, at arabiska reiðaríið UASC er um at gera ein sáttmála við Hyundai Heavy Industries í Suðurkorea um bygging av 10 bingjuskipum, harav tey fimm eru 18.800 TEU - ella 500 TEU meira enn Triple-E skipini.

Tey 10 bingjuskipini, harav tey síðstu 5 eru 14.500 TEU, hava eitt samlað virði áljóðandi 1,4 mia. dollarar.

Eigararnir av UASC er fleiri arabiskir statir. Fleiri danir eru við í leiðsluni og Jørn Hinge er ovasti stjóri í fyritøkuni.

Skrivað hevur: Ásbjørn Jacobsen/antares.fo