* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Trolari tikin fyri at hava tveir trolposar

Tað er brot á treytirnar fyri fiskiskap í ES at royna við tveimum trolposum. Kortini varð loyvi givið trolaranum, Endeavaour, í Skotlandi.

 

Sambært Kringvarpinum skuldi skiparin á skotska trolaranum, Endeavour, í Føroya rætt í dag fyri ólógligan fiskiskap.

 

Sambært nýggju fiskivinnulógini kann Vørn geva bót uttan at fara í rættin, men eftir at nýggja fiskivinnulógin er tikin í nýtslu, er neyðugt at fáa rættin at áseta bótina.

 

Annars fekk skiparin á trolaranum loyvi frá skotsku myndugleikunum at royna við tveimum trolposum undir Føroyum longu 8. januar í ár.

 

Brimil tók trolaran á Uttara banka leygardagin og kom á Havnina við honum leygarkvøldið, skrivar Kringvarp Føroya á heimasíðuni.

 

Enn er onki frætt um niðurstøðuna hjá rættinum.

 

Kelda: Kringvarp Føroya