* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Trúgva uppá vetni

52 prosent av seniorunum í olju og gassi vænta at vetni (hydrogen) fer at vera ein lutfalsliga týdningarmikil partur av orkublandinum áðrenn 2030. Tað vísir ein frágreiðing hjá DNV GL. 21 prosent av feløgunum eru longu á vetnismarknaðinum, vísir frágreiðingin.

 

Marknaðurin roknar við vøkstri í vetni, sum er týdningarmikið í avkolingini í olju- og gassídnaðinum, vísir nýggja kanningin hjá DNV GL-gransking. Meira enn helvtin, ella 52 prosent av senior-fakfólki í olju- og gassídnaðinum væntar, at vetni verður ein lutfalsliga stórur partur av orkublandinum hesumegin 2030.

 

- Hóast skelkin í oljuvinnuni í løtuni er tíðin komin at byrja at hyggja at vetnisbúskapinum, heldur forstjórin í NV GL Oil and Gas, Liv A. Hovem. Ein fimtingur (21%) av ídnaðarleiðarunum siga, at teirra feløg longu eru komin á vetnismarknaðin. Meira samstarv millum ídnaðin og myndugleikarnar er neyðugt, um tað skal vera gjørligt við vøkstri á marknaðinum, sigur Hovem.

 

Nýggja frágreiðingin hjá DNV GL vísir, at vetni er komið longur upp á raðfestingarlistan hjá nógvum olju- og gassfeløgum.

 

Kelda: Skipsrevyen